Fyri einum mánað síðani duttu leivdirnar av einum amerikonskum fylgisveini niður í Kyrrahavið, men nú er tann næsti á veg niður á jørðina. Hesaferð er tað tann týska rúmdarstøðin Rosat, sum sambært útrokningum dettur niður millum tann 20. og tann 25. oktober. Hvar hon dettur niður, veit eingin enn.
Tey serkønu vænta, at Rosat fer at brotna sundur í umleið 30 petti á vegnum, og útrokningar vísa, at petti, sum viga umleið 1,6 tons tilsamans, koma niður á jørðina.
Rosat er í ringrás um jørðina millum 53 stig norður og 53 stig suður, og eftir tí er eingin vandi fyri, at petti av honum detta niður her hjá okkum.