Oslo tykist vera eitt gott val, tá talan er um fundarstað fyri at fáa stríðandi partar at semjast.
Seinastu dagarnar hava umboð fyri myndugleikarnar í Sri Lanka og teir tamilsku tikararnar sitið við samráðingarborðið í norska høvuðsstaðnum fyri at royna at fáa enda á tí 19 ára langa borgarakrígnum. Fyrradagin kunngjørdi samráðingarleiðararnir hjá báðum pørtum, at teir vóru vorðnir samdir um ein sáttmála.
Teir tamilsku tikararnir hava seinastu 19 árini stríðst fyri at fáa sjálvsstýri í norðara partinum av landinum, og tað fáa teir nú. Sri Lanka verður kortini verandi eitt ríki, men tamilarnir har norðuri fáa avgerðarrætt í nógvum viðurskiftum.
Semjan ber í sær, at Sri Lanka skal hava eina nýggja grundlóg, og tað arbeiðið byrjar nú. Partarnir hava avtalað at halda fram við samráðingunum í Thailandi í januar og seinni aftur í Japan.
Bæði stjórnin í Colombo og tamilarnir róstu fyrradagin altjóða semingsroyndunum, sum hava verið undir norskari leiðslu. Í februar eydnaðist tað at fáa partarnar at semjast um vápnahvíld, og báðir samráðingarleiðararnir vóru fyrradagin á einum máli um, at nú verður friður í Sri Lanka.