Aftur ein forseti fyri rættin í Haag

Fyrrverandi liberiski forsetin Charles Taylor situr nú í varðhaldi í Haag skuldsettur fyri krígsbrotsverk.

Minni enn ein mánað eftir at Slobodan Milosevic tók lívið av sær í einum kliva í Haag, hava starvsfólk hjá krígsbrotsmannadómstólinum gjørt ein annan kliva kláran til fyrrverandi liberiska forsetin Charles Taylor. Eins og Milosevic er hann skuldsettur fyri krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini.

Upprunaliga skuldi Charles Taylor koma fyri ein ST-dómstól í Sierra Leone, men myndugleikarnir har bóru ótta fyri ófriði í sambandi við málið, sum tí bleiv flutt til Haag.

Charles Taylor kom til Haag í dag. Tann 58 ára gamli fyrrverandi forsetin er skuldsettur fyri rllivu ymisk krígsbrotsverk í Liberia og grannalandinum Sierra Leone tíðliga í áttatiárunum. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava byrjað borgarakríggj í Liberia í 1989 og fyri at hava verið virkin í borgarakrígnum í Sierra Leone. Her skal hann hava medvirkað til fleiri grov krígsbrotsverk, eins og hann er skuldsettur fyri at hava brúkt børn sum hermenn.


Kanska bara tann fyrsti
Mannarættindafelagsskapir eru sera fegnir um, at Charles Taylor kemur fyri ein dómstól hjá ST, tí teir halda, at tað kann fáa aðrar afrikanskar leiðarar at hugsa seg um, áðrenn teir bróta altjóða lóg. Tað er heldur ikki vist, at málið ímóti Charles Taylor verður tað seinasta av sínum slagi, tí dómstólurin er longu í ferð við at kanna viðurskiftini í Kongo, Sudan og Uganda, har áhaldandi ófriður hevur kostað fleiri milliónir mannalív.

Fyri fjúrtan døgum síðani sat Charles Taylor í marglætishúsum sínum í Nigeria, har hann hevur búð, síðani hann noyddist at fara frá. Í síðstu viku varð hann tikin á markinum ímillum Nigeria og Kamerun, og í dag kom hann til Haag. Steðgurin har kann gerast drúgvur.