Árið í ár er longu tað ringasta ódnarárið í 72 ár. Higartil hava 21 stormar og ódnir herjað í Atlantarhavinum og í tí karibiska økinum, og fleiri kunnu koma afturat.
Amerikonsku veðurmenninir halda nú eyga við tropiska storminum "Wilma". Fyrradagin var hann í landssynning úr Cayman-oyggjunum, sum eru sunnan fyri Kuba, og myndugleikarnir í oyggjunum hava biðið fólk fyrireika seg til illveðrið.
Veðurmenninir vita ikki enn, hvønn veg "Wilma" fer, men teir vænta, at stormurin fer at menna seg til eina ódn teir næstu dagarnar, og at hon fer at leggja leiðina tvørtur um norðara enda á Yucatan-nesinum í Meksiko og haðani út í Meksikanska Flógvan. Tað hevur fingið amerikanararnar at stúra fyri, hvørjar avleiðingar hon kann fáa fyri oljuútbúnaðin í flógvanum. Fleiri boripallar og oljureinsiverk har fóru illa av ódnini "Katrinu".
Tær fyrstu avleiðingarnar av "Wilma" komu í gjár, tá oljuprísurin hækkaði nógv á marknaðinum í New York, skrivar Reuters.










