Aftur boð um verkfall í Grikkalandi

Í Grikkalandi hava tey bæði størstu fakfeløgini, sum hava 2,5 milliónir limir, boðað frá, at tey fyrireika seg til verkføll, sum skulu leggja landið lamið. Talan er um tvey verkføll, sum skulu vara 24 tímar, og sum hava til endamáls at mótmæla nøkrum sparitiltøkum, sum stjórnin ætlar at seta í verk í samráð við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF.

-Vit fara at stríðast til tað seinasta fyri at kollrenna hendan politikkin, sigur Ilias Iliopoulos, sum er aðalskrivari í fakfelagnum hjá teimum almennu starvsfólkunum.

Grikska stjórnin er noydd at fremja nakrar sera umfatandi sparingar, tí tað er treytin fyri, at landið kann fáa hjálparpakkan, sum ES og IMF hava givið landinum tilsøgn um.