StÍF hevur ikki havt tað serliga lætt seinastu tíðina, men í gjár bragdaði aftur hjá liðnum.
KÍF, sum er niðast í Atlantic Airways-deildini, vitjaði, og her eydnaðist strandingum at taka sær av báðum stigunum.
Við sigrinum heldur StÍF framvegis fast í lítlu vónini um at røkka einum finaluplássi í kappingini. StÍF hevur nú fýra stig upp til Neistan, sum er á øðrum plássi í kappingini. Og júst Neistin er mótstøðuliðið hjá StÍF í komandi uppgávuni, sum eisini verður í høllini á Skála.









