Havnarkórið fer fríggjakvøldið at syngja í Dómkirkjuni Fríggjakvøldið 6. mars kl. 21 verður aftur aftankvirra í Dómkirkjuni.
Hetta er triðja árið, at Dómkirkjan fyriskipar hetta tiltak.
Kl. 21 er kirkjan opin, og høvi er hjá fólki at seta seg eina løtu í kvirru.
Kl. 22 er sangur og tónleikur á skránni, og komandi fríggjakvøld syngur Havnarkórið vársangir og kvøldsálmar í ein hálvan tíma.
Kl. 22.30 hevur Theodor D. Olsen stutta andakt.










