Afrika fingið felags ting

Tað var ein søguligur dagur í gjár, tá tað afrikanska eindartingið setti sín fyrsta fund

Í gjár hittust 230 umboð fyri 46 afrikonsk lond til fundar í Johannesburg í Suðurafrika, og harvið fór tað afrikanska eindartikið undir sína fyrstu setu.

Tað var fyri tveimum árum síðani, at londini í Afrika samtyktu at stovna eitt felags ting, sum skal virka fyri at loysa teir nógvu trupulleikarnar, sum heimsparturin hevur at dragast við. Tey fyrstu fimm árini eru samtyktirnar hjá tinginum bara vegleiðandi, men tá tey árini eru farin, skulu londini taka støðu til, um samtyktirnar skulu vera bindandi.

Tað eru ikki øll, sum vænta sær so nógv av nýggja tinginum, men tey flestu vænta kortini, at tingið verður gagnligt fyri Afrika. Ein teirra er suðurafrikanski varauttanríkisráðharrin, Sue van der Merwe.

-Tingið er avgjørt eitt framstig fyri demokratiið í okkara heimsparti, sigur hon við Aftenposten.

Fleiri hava fýlst á, at tingið hevur fingið sæti í Suðurafrika, tí nógvastaðni uppfata fólk landið sum eitt afrikanskt stórveldi. Egyptaland og Libya buðu sær eisini til at hýsa tinginum, men tá tey tóku síni tilboð aftur, var bara Suðurafrika eftir.

Gertrude Mongela, sum í fleiri ár hevur starvast hjá heimsheilsustovninum WHO, verður fyrsti formaður í afrikanska tinginum. Tingið hevur tvær setur um árið, og tað er mannað við fimm umboðum úr hvørjum landi uttan mun til stødd ella fólkatal.