Afrika fær ikki hjálpina

Afrika fær ikki ta neyð- og menningarhjálp, sum ídnaðarlondini lova á ráðstevnum Fleiri hjálparfelagsskapir harta nú Frakland og Italia, tí londini hava ikki hildið tey lyfti, sum tey góvu á einari ráðstevnu í 2005 um at hjálpa neyðstøddum í Afrika.

 

Millum felagsskapirnar, sum finnast at Fraklandi og Italia, er felagsskapurin One, sum sangarin Bono úr bólkinum U2 stovnaði, og sum stríðst ímóti fátækradømi um allan heimin.

 

Ein annar kendur tónlistarmaður, Sir Bob Geldof, og fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan skriva í einari nýggjari frágreiðing, sum One hevur latið gera, at tað eru ikki menningarlondini, sum hava elvt til fíggjarkreppuna, sum nú herjar, men at kortini eru tað tey, sum líða mest av henni.