Ætlar sær til HM í Brasil

Tað sigur føroyski Jóhan á Plógv Hansen, sum í vikuni spældi sín fyrsta U21 landsdyst fyri Danmark

Tvey ár eru liðin, síðani hondbóltsnillingurin, Jóhan á Plógv Hansen, avgjørdi at venda føroyska hondbóltslandsliðnum baki, fyri at royna eydnuna í Danmark. Mánadagin spældi ungi havnarmaðurin sín fyrsta dyst á danska U21 landsliðnum, og málið er nú at sleppa við til HM í Brasil.

 

Les eisini: Jóhan á Plógv á danska landsliðnum

 

-Eg ætli mær til HM við danska U21 landsliðnum, sum verður í Brasil komandi summar, sigur ein avgjørdur Jóhan á Plógv Hansen, sum júst hevur leikt sín fyrsta dyst.

 

Hóast Jóhan á Plógv Hansen er føroyingur, spælir hann við danska ungdómslandsliðnum. Tað kom upp í lag fyri góðum tveimum árum síðani, tá ið hann takkaði nei til føroyska hondbóltslandsliði,tí á tí dasnka landslðinum fært tú meira altjóða avbjóðingar. Velur ein sítt egna landslið frá, og hevur møguleika at umboða annað landslið, so verður man settur í karantenu í tvey ár, fyri at hava møguleika at umboða nýggja landsliðið. Nú er karantenan av, og mánakvøldið eydnaðist tað Jóhan at fáa fyrsta dystin fyri danska U21 landsliðið hjá Danmark.

 

Dysturin varð spældur í Malmø Arena móti Svøríki, og Jóhan á Plógv Hansen byrjaði inni umframt at skjóta eitt mál. Í hálvleikinum varð Jóhann tikin út, og fekk hann góð persónlig skoðsmál fyri avrikið í dystinum, sum Danmark vann 28-23. Hálvleikstøðan var 13-11 til Danmark.

 

-Eg eri øgiliga væl nøgdur við mítt avrik. Fólkini og u-21 landsliðs venjarin høvdu bara gott at bera mær, segði Jóhan við Rás2 ígjár.

 

Danska hondbóltsheimasíðan, Dhf.dk segði, at áskoðararnir í Malmø Arena tyktust vera ógvuliga bilsnir av hansara springkraft. mett verur, at Jóhan verður ein spennandi leikari at halda eyga við innan danska landsliðshondbóltin.

 

- Um ein ætlar sær at koma langt í hondbólti, ella øðrum ítróttargreinum, so er tað viljin og beinharðar venjingar, ið skal til. Tað er tað, ið gevur bestu úrslitini, sigur Jóhan, ið dagliga spælir við Skanderborg, sum er í bestu donsku deildini.

 

Jóhan og donsku liðfelagarnir spældu aftur dyst í gjárkvøldi. Hesuferð var talan um ein venjingardyst, sum var spældur í Travbanehallen í Amager, eisini hesaferð var dysturin ímóti Svøríki. Danmark vann dystin 28-26, Jóhan skoraði trý av málinum.