Ætlar sær í Fólkatingið – tosar og skilir ikki danskt

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Hans Enoksen, stillar – sjálv tum hann ikki dug – upp til fólkatingsvalið týsdagin fyri flokkin Naleraq.

Hans Enoksen var frá 2002 til 2009 landsstýrisformaður í Grønlandi fyri flokkin Siumut. Nú stillar hann upp til fólkatingsvalið fyri flokkin Naleraq. (Arkivfoto). - Foto: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix

Hann er ein av 15 grønlendskum politikarum, sum stríðast um tveir sessir í Fólkatinginum, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.gl

– Eg kann ímynda mær, at tað verður hart, men tað fær meg ikki at steðga, sigur hann við knr.gl um sín vantandi kunnleika til danskt.

– Royndirnar her Grønlandi eru, at tey taka sær væl av teimum danskttalandi, og tulkar umseta fyri tey uttan at seta spurnartekin við tað. Hví skal eg so viðfarast øðrvísi í ríkisfelagsskapium? spyr Hans Enoksen.

/ritzau/