Martin Breum hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri Grønlandi og grønlendskum viðurskiftum, og nú hevur hann sett sær fyri at gera eina røð av dokumentarfilmum og at skriva bøkur um viðurskiftini millum Danmark og Grønland.
Sambært grønlendska kringvarpinum KNR ætlar Martin Breum sær at gera seks dokumentarfilmar um ríkisfelagsskapin við serligum denti á lut Grønlands í felagsskapinum.