Ætlanin er ikki at veita verri tænastu

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at tær kvinnur, sum verða sendar til mammografikanning, verða kannaðar.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at ætlanin ongantíð var, at landssjúkrahúsið skuldi veita kvinnunum eina verri tænastu.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Karsten Hansen, landsstýrismann.

 

Les eisini Skerd atgongd til mammografikanning http://www.in.fo/news-detail/news/skerd-atgongd-til-mammografikanning/

 

Karsten Hansen sigur, at hann hevur verið á fundi við Krabbameinsfelagið, og at hann er samdur við teimum, um at fylgja krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2009, har mælt verður til, at bjóða mammografiscreening til kvinnur millum 50 og 59 ár.

 

Les eisini Kanna møguleikan av veita mammografiscreening http://www.in.fo/news-detail/news/kanna-moeguleikan-av-veita-mammografiscreening/

 

 

Les eisini Mammografiscreening eigur at setast í verk í Føroyum http://www.in.fo/news-detail/news/mammografiscreening-eigur-at-setast-i-verk-i-foeroyum/