Klokkan 9.15 fríggjamorgun verður kjak á Rás2, har Hans Jákup Hermansen frá Grindamannafelagnum og kendi umhvørvismaðurin, Pete Bethune ætlandi fara at royna leiðina, sum Sea Shepherd enn ikki hevur troytt, nevnliga eitt sakligt kjak millum tey, sum eru fyri og ímóti grindadrápi.
Umframt at umrøða grindadráp fara Hans Jákup Hermansen og Pete Bethune eisini at umrøða Sea Shepherd, og um hvussu vit halda kjakið fyri og ímóti grindadrápi á einum sakligum støði.
Lurtarar, ið hava spurningar til Hans Jákup Hermansen og Pete Bethune kunnu senda hesar til 559999, gjarna á enskum. Er spurningurin viðkomandi og innan sakligt mark verður hann settur til teir báðar.
Kjakið verður endursent aftaná tíðindasendingina klokkan 17 fríggjadagin, t.v.s. umleið klokkan 17.25. Klokkan 19 í annaðkvøld ber til at hoyra kjakið á in.fo.