- Vit eru sinnað at samstarva við samgonguna.
Tað er niðurstøðan hjá Miðflokkinum á landsfundinum í gjár. Men tað verður avgjørt undir ávísum treytum, verður staðiliga lagt afturat.
Í Miðflokkinum gera tey púra greitt, at tað eru ávís mál, tað ikki ber til at gera semju við samgonguna um. Her verður serliga hugsað um ætlanina at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, ger púra greitt, at samtykkir samgongan hetta málið, verður ómøguligt hjá Miðflokkinum at samstarva við samgonguna.
- Vit fara ikki undir nøkrum umstøðum at stuðla eini samgongu, sum hevur sett samkynt hjúnalag í gildi í Føroyum, leggur hann dent á.
Annars heldur hann, at Miðflokkurin og samgongan kunnu samstarva um øll møgulig onnur mál, bæði almannamál, fíggjarmál og onnur, har Miðflokkurin bindur seg til at taka undir við samgonguni í ymsum málum, afturfyri at Miðflokkurin fer nøkur av sínum hjartamálum, samtykt.
Og tað ætlar Miðflokkurin sær at leggja upp tilm, tí tey ætla sær ikki at taka tann vanliga andstøðuleiklutin á seg, har andstøðan er ímóti øllum, samgongan kemur við.
- Vit ætla at bíða sum longst við at fara í kríggj við samgonguna, sum tikið varð til á landsfundinum.
Og tey síggja væl fyri sær, at boð verður eftir Miðflokkinum, tí samgongan er so veik, at hon tolir ongar brotasjógvar, sum tey orða seg. Tey vísa á, at samgongan hevur bara 16 tinglimir, og at bæði Annika Olsen og Sonja Jógvansdóttir eru leysar kanónir, sum kunnu fara, hvønn veg, tað skal vera.
Tí ætla tey í Miðflokkinum ikki at brenna allar brýr til samgonguna, men at vera opin fyri einum samstarvi, siga tey.










