Næsta ár verður kommunuskatturin í Tórshavnar Kommunu tann sami sum í ár – og tað verður barnafrádrátturin eisini. Tað sæst nú meirilutin í býráðnum hevur gjørt eitt útkast til fíggjarætlanina fyri næsta ár. Tað merkir, at skatturin verður framhaldandi 19 prosent og barnafrádrátturin verður framhaldandi 8.000 krónur fyri hvørt barnið.
Hetta er ein spurningur, sum elvir til stóra ósemju í býráðnum. Fleiri býráðslimir í minnilutanum halda hinvegin, at Býráðið eigur at lækka skattin. Tey vísa á, at inntøkurnar av skatti eru nógv størri enn mett. Og í hesum tíðin, har prísirnir eru nógv hækkaðir, er hetta akkurát løtan at lækka skattin fyri at hjálpa um hjá fólki, siga býráðslimir.
Men tað hevur Heðin Mortensen víst aftur. Hann sigur, at tað eru so stórar útbyggingar fyri framman, at tað ber ikki til at lækka skattin.
Les meiri um tað her: Ikki pláss fyri skattalætta í Havn
Meirilutin í býráðnum heldur, at tað er ráðiligt at hava ein varligan vøkstur í kommunala búskapinum.
Tí verður mett, at næsta ár fara inntøkurnar av skatti at vera 957 millónir og tað eru 37 milliónir meiri enn metingin fyri í ár segði.
Tilsamans fara inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri næsta ár at hækka 46,6 milliónir, ella 4,0 prosent. Sostatt hækka tær upp í 1.208,7 milliónir.
Rakstrarútreiðslurnar hækka 36,7 milliónir næsta ár, upp í 953,8 milliónir. Hetta er fýra prosent hægri enn í fíggjarætlanini fyri í ár. Lønir eru tann størsti partur av rakstrarkostnaðunum, sigur meirilutin í býráðnum, tí tær eru 75 prosent av nettokostnaðinum og næsta ár hækka lønirnar 29,7 milliónir, ella 4,7 prosent. Av lønarhækkinunum eru 16 milliónir lønarhækkingar í sambandi við at sáttmalalønirnar hækka. Harafturat er tað vøkstur í virkseminum, sum økir um lønirnar 13,7 milliónir.
Kommununala fyrisiting hækka 4,6 prosent, ella 4,4 milliónir Størsti parturin av vøkstrinum er orsakað av sáttmálabundnum lønarhækkingum og í sambandi við økt virksemi í samband við val og valnevndir. Tvey val verða komandi ár, løgtingsval og fólkatingsval.