Ætla at lóggeva russar aftur í føroyskar havnir

Í morgin fer Løgtingið at viðgera uppskot um við lóg at loyva russiskum skipum aftur í føroyskar havnir

Tað er Fólkaflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at linka revsitiltøkini, sum Løgtingið hevur sett í verk ímóti Russlandi eftir at landið leyp á grannalandið Ukraina.

 

– Endamálið við uppskotinum er at loyva øllum russiskum fiskiskipum at koma í havn í Føroyum og loyva føroyskum veitarum at veita teimum allar tær tænastur, sum fiskiskipini hava brúk fyri, skrivar Fólkaflokkurin í viðmerkingum til uppskotið.

 

Fólkaflokkurin hevur alla tíðina verið ímóti, at russisk skip vórðu úthýst úr føroyskum havnum og heitur talsmaður fyri at varðveita fiskiveiðuavtaluna við Russland.

 

##med4##

 

Undan løgtingsvalinum var tað bara Fólkaflokkuin, sum vildi samstarva við russar. Flokkarnir, sum skipaðu samgongu eftir valið Janaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, lovaðu allir, at teir fóru ikki at leingja fisikiveiðavtaluna – men tað lyftið helt samgonga ikki.

 

Nú er tað bara Javnaðarflokkurin, sum sigur seg standa fast við ta støðuna.

 

##med2##

Tí verður áhugavert at frætta, at hvat Tjóðveldi og Framsókn siga til uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lata havnirnar uppaftur fyri russarum. Orðaskiftið á tingi um uppskotið hjá Fólkaflokkinum fer helst at geva eina ábending, um samgonguflokkar eisini eru blotnaðir í samtyktu revsitiltøkunum ímóti Russlandi – og um teir eru sinnaðir at linka føroysku revsitiltøkini.

 

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at loyva russarum aftur í føroyskar havnir kann lesast her.

 

##med3##

Skráin fyri tingfundin í dag er annars hendan:

 

 

Skrá

 
 

1

 
 

3. viðgerð LM-058/2023 - Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð

 
  

2

 
 

2. viðgerð LM-057/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping (Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti)

 
  

3

 
 

2. viðgerð LM-066/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Innheinting og skráseting av upplýsingum um veruligar eigarar, tvingsilsavtøka o.a.)

 
  

4

 
 

1. viðgerð LM-073/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin) (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)

 
  

5

 
 

1. viðgerð LM-094/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven og úrgildisseting av lov om Rederes Forpligtelse til at meddele statistiske Oplysninger (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av málsøkinum, sjórættur o.a.)

 
  

6

 
 

1. viðgerð LM-072/2023 - Uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya 2024

 
  

7

 
 

1. viðgerð LM-074/2023 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om MitID og NemLog-in

 
  

8

 
 

1. viðgerð LM-085/2023 - Uppskot til løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál

 
  

9

 
 

1. viðgerð LM-080/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu, afturgjaldsreglur, heimild til innheinting av skuld o.a. og nágreinan av, hvussu tilskotið skal roknast, tá ið ein fyllir 18 ár, tá ið ein verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tilskotstíðarskeiðinum)

 
  

10

 
 

1. viðgerð LM-101/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Avmarka heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)

 
  

11

 
 

1. viðgerð LM-105/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Øktur barnafrádráttur í landsskattinum)

 
  

12

 
 

Framløga