Flogvinnufelagið Avia Solutions Group skýtur upp, at í framtíðini skulu flogfør verða uttan vindeygu. Tað fer at geva eina stóra grøna orkusparing.
Hetta skrivar Check-In.
Tað er alt meira fokus á flogferðsluna í sambandi við CO2 útlát, og vindeygaleysu flogførini kundu verið ein máti at spara orku. Uttan vindeygu verða flogførini lættari og fara at brúka minni brennievni.
Avia Solutuion Group heldur, at ferðafólk kunnu varðveita útsýnið á tann hátt, at upptøkutól verða sett á flogfarið, og síðani verður útsýnið varpað á skíggjar umborð á flogførunum.