Advokatar kradd­arar – ella er fjøldin býtt?

Summar stætt­ir í sam­fel­ag­­­num eru meira kradd­a­r­a­­stætt­ir enn aðrir. Ein slík stætt er ad­vok­at­stætt­in.

Eitt dømi um tað er rokn­­ing­­in, sum Djóni Thom­asen, ad­­­vo­k­at­ur, hev­ur sent Taks í sam­­bandi við bumm­aran, sum Taks gjørdi við at krevja skatt frá teimum í P/F Vinn­uni í Gøtu.

Manglandi vitanin hjá Taks um hvussu spekulantar – við løgtingsins vilja – eiga at sleppa undan at gjalda skatt, er nú við at forkoma lands­­kassanum, sum skal gjalda 75 milliónir krónur fyri eina skattaskuld upp á 53 milliónir.

Hinar 22 mill­i­ón­ir­nar fara til yms­ar eykaútreiðslur, so sum 15,5 mió kr í rentu, og so til sam­­sýn­ing til advokatin – og hann dugir sannliga at skriva rokning: 4.500.000 krón­­ur! Sodan!
Tað trýr tá pokkar, at vit hava stættamun í hesum sam­fel­ag­num.

Tey, ið sita und­ir valdi­num ella yvir vald­inum ella við síðuna av vald­i­num og ráðgeva hava gott tak á valdinum. So gott, at tey kunnu skriva rokningar sum teim­um lyst­ir. Dóm­arar ­og onnur yppa kanska øksl, politikarar standa sum neyt, fjøldin øs­ir seg – og advokatarnir gníggja sær í lógvunum og senda ein penan tanka til Jørg­en Niclasen, sum uttan iva be­tal­ir – og pengarnar finn­ur hann við lækka onkr­ar sos­i­ala­r veitingar...