Adventshugni í Vestmanna

Magni Christiansen og Húsakórið eru partur av adventshugnanum, sum Vestmanna Kirkjukór skipar fyri sunnudagin

Adventshugnin í Vestmanna er afturvendandi tiltak, og er tað Vestmanna Kirkjukór, sum stendur fyri tiltakinum, sum verður í Vestmanna kirkju sunnudagin klokkan 19.

 

Í ár hevur tað eydnast kirkjukórinum at fáa Magna Christiansen og Húsakórið at luttakað við jólasangi.

 

Aftaná verður boðið til kaffi og rís á la mandle í kirkjukjallaranum.