Adventistaskúlin nýggjan skúlabygning

Móttøka var í nýggja skúlabygninginum hjá Adventistaskúlanum seinasta fríggjadag. Bygningurin, sum hýsir næmingunum frá 1. til og við 3. flokki, varð tikin í nýtslu eftir summarferiuna

Fríggjadagin 15. februar var móttøka í nýggja skúlabygninginum hjá Adventistaskúlanum við Hoyvíksvegin í Havn. Undir móttøkuni hildu skúlastjórin Janne Johnsson og stýrisformaðurin Thorbjørn Brochs røðu. Eisini var felagssangur og solsosangur frá Heina Lützen.


Norðsetur í Hvalvík hava bygt nýggja skúlabygningin, sum er 270 fermetrar til støddar við trimum skúlastovum, høli til heilsusystir, lærararúmi, køki, wc og goymslurúmi. Gartnarafyritøkan Hjálpirót hevur fríðkað økið uttanum skúlan. Nýggi skúlabygningurin kostar 3,3 milliónir.


Á skúlaøkinum eru nú tveir skúlabygningar. Tann fyrri sum varð tikin í nýtslu í 1966 og so hesin nýggi. Adventistaskúlin í Havn var upprunaliga privatskúli, men síðan 1. august 2003, tá frískúlalógin kom í gildi í Føroyum, hevur hann verið frískúli.


Adventistaskúlin er ein kristin skúli við tí grundleggjandi áskoðan, at barnið eigur at mennast bæði andaliga, likamliga og kunnskaparliga. Endamál skúlans er at hjálpa børnunum at verða góðir og gagnligir samfelagsborgarar. Eisini er skúlin eitt alternativt tilboð til næmingar og foreldur. Í løtuni ganga 107 næmingar á skúlanum.