Adu á veg til Europa

Tað er sannlíkt, at 17 ára gamli Freddy Adu, sum skal eitast at verða eitt tað størsta fótbóltstalentið í USA, kemur til Europa at spæla. Adu hevur sjálvur róð fram undir, at hann fer til Europa at spæla, tá ið amerikanska kappingarárið er av. Bæði Manchester United og Chelsea sigast verða áhugað í spælarunum, sum longu hevur spælt í fleiri ár í fremstu deildini í USA. Mikael Essien úr Ghana, ið spælir fyri Chelsea, sigur seg vóna, at Adu fer at koma til Chelsea at spæla, og at hann eisini velir Ghana sum sítt landslið. Adu er ghanesiskur amerikanari, men tað sigst, at hann segði nei takk til at umboða Ghana undir HM í Týsklandi.