Adrian var tvífaldur málskjútti

Nú er tað greitt, at bæði B71 og AB flyta niður úr fyrstu deild

Teir næstbestu hjá HB komu seint seinnapartin suður aftur úr Runavík við øllum stigunum. HB vann 2-1. Tað var átjan ára gamli unglingaspælarin, Adrian Justinussen, sum higartil í ár hevur spælt trettan ferðir á besta liðnum, ið skoraði bæði HB málini.

Hann legði HB framum við brotssparki í átjanda minutti, og hann skoraði sigursmálð, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Dygst undan steðginum gjørdi HB sjálvmál, so støðan var 1-1 eftir fyrra hálvleik.

Úrslitið ber við sær, at HB fult og heilt hevur tryggjað sær pláss í fyrstu deild næsta kappingár. HB er á áttanda plássi við 24 stigum. Tað eru ellivu stig aftur til B71 og trettan stig aftur til AB.

 

Harvið er tað greitt, at bæði B71 og AB nú eru flutt niður úr næstbestu deildini. Steðgurin hjá B71 var í hesum umfarinum tvey ár í næstbestu deildini. Steðgurin hjá næstbesta AB liðnum í fyrstu deild var í hesum umfarinum tvey ár.

Í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at AB eisini næsta ár verður umboðað í næstbestu deildini. Soleiðis verður tað, um besta AB liðið flytur niður úr besstu deildini.