Adrian og Dan vóru heilt í hopla

Í fínum undir haldi vístu greipuvinnararnir frá í fjør meistaraspæl, tá ið HB vann 5-2 ímóti NSÍ

Fyri einari viku síðani vann HB 3-1 í stórsteypadystinum ímóti NSÍ á Tórsvølli.

Í dag hittust somu lið á sama vølli, og vinnarin var tann sami. Í dag vann HB 5-2 eftir sera undirhaldandi dyst og eftir seinna hálvleik, har greipuvinnararnir løgdu sera sannførandi fyri, og har teir gulu og svørtu so svaraðu aftur, tá ið Klæmint A. Olsen við fínum skoti úr 20 metrum sendi bóltin upp í nettakið.

Eftir fyrra hálvleik var støðan 2-1. Lítla løtu undan steðginum minkaði Petur Knundsen um munin til 2-1 við fínum skoti eitt sindur úr høgru og dygst inn við nærra stólpa. Tá hevði NSÍ í eina løtu verið omaná og havt fleiri møguleikar, men Teitur Matras Gestsson var so sera væl upplagdur í HB málinum.

Fyrstu løtuna var HB omaná, hóast NSÍ hevði onkran góðan møguleika. Hilmar Leon Jakobsen setti hol á, eftir at Adrian Justinussen hevði sneitt seg ígjøgnum í vinstru og lagt innfyri.

Miðverjin Bartal Wardum økti til 2-0 eftir horna frá Adriani Justinussen úr høgru og eitt sindur av aftur og fram.

Eftir steðgin økti HB til bæði 3-1 og 4-1, og Adrian Justinussen var sera væl upplagdur. Hann sneiddi seg leysan í vinstru og sendi av brotsteigarsamankomingini í vinstru bóltin í handara síðunetið, og hann var sentralur í uppspælinum, tá ið Dan í Soylu úr høgru sendi bóltin flatt í handara síðunetið.

So var tað, at Klæmint skoraði fyri 206. ferð, tað var undirhaldandi, inntil Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð, og at enda staðfesti Dan í Soylu við stútara 5-2 sigurin eftir innlegg frá Daniel Johansen úr vinstru.

 

HB – NSÍ 5-2 (2-1)

1-0: Hilmar Leon Jakobsen

2-0: Bartal Wardum

2-1: Petur Knudsen

3-1: Adrian Justinussen

4-1: Dan í Soylu

4-2: Klæmint A. Olsen

5-2: Dan í Soylu

Dómari: Alex Troleis

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Dan í Soylu, Michal Przybylski – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze –

Jacob Trenskow, Tróndur Jensen, Mikkel E. Jakobsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen, Búi Egilsson