Tað er ikki bara Gilli Rólantsson, sum endaði á sjúkrahúsinum eftir dyst um vikuskiftið. Adrian Cieslewicz, beiggi Lukasz Cieslewicz, fekk um vikuskiftið skallabrot í dysti fyri TNS.
Adrian Cieslewicz spælir við TNS í bestu walisisku deildini og spældu teir á útivølli móti Llandudno.
Heimasíðan hjá B36 skrivar, at póllendingurin skoraði fyrsta málið í sannførandi 5-0 sigrinum hjá walisisku meistarunum, men móti dystarenda brast hann saman við ein mótstøðumann.
Adrian Cieslewicz bleiv liggjandi og síðani førdur á sjúkrahús, har tvey brot í pannuni vóru staðfest. Hann liggur enn á sjúkrahúsinum og sambært heimasíðuni hjá TNS verður hann møguliga fluttur á sjúkrahúsið í Stoke ella Liverpool í dag, har hann væntandi verður lagdur undir skurð.