Adolf Ryggshamar 70 ár

Føðingardagsheilsan til mammubeiggjan Adolf Ryggshamar í Vági á 70 ára degnum 28. juni 2004

Jóansøkan verður hildin í Vági um vikuskiftið, og mánadagin 28 juni fyllir
mammubeiggi mín Adolf Ryggshamar í Vági 70 ár.

Adolf er uppvaksin og búsitandi í Vági, og Vágsbygd hevur altíð staðið
hansara hjarta nær. Tá ið ein er fyltur 70 ár, hevur ein sjálvsagt upplivað
eitt sindur av hvørjum, bæði av góðum og ringum.

Adolf er næstelstur av einum barnaflokki uppá 5 systkin. Hann er sonur Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.

Adolf er giftur við Salomu, fødd Thomsen, ið er ættað av Kollafirði. Tey
fingu 3 børn, Leivur, Margretu og Solveig.

Leivur og Solveig búgva í Vági, meðan Margreta slítur sínar skógvar í
ættbygdini frá móðurs síðu í Kollafirði.

Adolf hevur tað mesta av sínu lívi verið sjóðmaður og fór fyrsta túrin
til skips við ferðamannaskipinum ? Dronning Alexandrine" í 1949, bert 15 ára gamal. Hann gekk somu leið sum Jens abbin, nevniliga innan kokkayrkið. Hann var tvey ár við ?Dronning Alexandrine" og bæði árini var hann hjálparkokkur. Mangan hevur Alvilda omman umtalað tíðina tá ið Adolf fór sín fyrsta túr við ? Dronningini Alexandrine", og hvussu gott honum dámdi har umborð o.s.fr.

Hetta var sjálvsagt ein stór avbjóðing í hansara lívi, men Adolf helt áfram
við at vera sjómaður. Hann fór m.a. við Garðasluppuni ?Havgásini" til
Grønland í 1952 við Mortan Jacobsen á Báraldarbakka úr Vági sum skipara.

Adolf hevur eisini verið við norska línuskipinum ?Vartal" saman við pápa
mínum og øðrun kendun vágbingun. Vartal brendi tíverri fyrst í 1970 unum,
men hvørki Adolf ella pápi vóru við tann ólukkutúrin, har fleiri av
manningini doyðu.

Adolf var eisini við ?Norðheim" og "Mette Polaris". Seinni var hann við
?Sjófarinum", sum Jógvan bróður hansara átti. Her var hann eisini saman við
elsta bróðrinum Vilmund, sum eitt skifti førdi ?Sjóðfarið? Fyri at nevna
nøkur onnur skip, sum Adolf hevur verið við, kann nevnast ?Vágbingur" og
"Jógvan á Gørðunum". Adolf hevur eisini verið til útróður í Grøndlandi og róð út við familju útróðrarbátinum ?Bresta" m.a. saman við pápa sínum í mong ár.

Fyrst í sjeytiárinum, legðist Adolf upp á land vegna sjúku. Hóast sjúku
hevur Adolf havt hugin og áræði til mangt og hvat. Tað er ikki bara
tilfeingið av havinum, sum hevur havt hansara áhuga, men eisini mangt annað.

Adolf gekk aðrar leiðir við at leiga gamla Klubban í Vági frá Pola og Petur
Nolsø. Her hevði hann matstovu og bakarí. Har m.a. vinmaður og
skyldmaður hansara Jonhard Vest Joensen var honum til hjálpar í bakarínum, saman við nógvun øðrum góðum kreftum inni í matstovuni.

Matstovan var millum fólk flest kallað "Hjá Adolfi". Har var m.a.
fyrsta ?Jukeboksin" í Suðuroy. Sum seinni varð seld til biografin hjá
Jørgen M. Olsen í Vági.

Adolf keypti sær jørð í Vági í 50-unum. Har hevur hann saman við sínum
seyðafylgi havt nógvar stravnar løtur, men fyri tað mesta góðar løtur. Eg
minnist sjálvur sum smádrongur hvussu gott og hugnaligt tað var, at vera
yviri á bønum hjá Adolf og Salomu, tá ið hoyggingin var fyri. Sjálvt um eg var meira til ónáðir enn til gavn, skeldaði Adolf meg ikki út.

Adolf er framvegis hvønn dag saman við sínum seyðafylgi á bønum við tí
endamáli, at seyðakjøtið skal verða væl etandi til heystar.

Sum frítíaritriv hevur Adolf havt kappróður og fótbólt sum ítriv. Hann var á
besta líðnum hjá VB í 50-unum, m.a. saman við vinmonnunum sínum Henry Hansen (Henry hjá Algatu) og Johan Toftum ( Johan í Kálhaganum).

Besta úrsliti hjá Adolfi og teimun - sum er eri kunnaður um - má uttan iva
vera tá hann var við at vinna 3 steyp á einari Jóansøku á Tvøroyri. Hetta
hendi miðskeiðis í 50-unum. Fyrst vann hann við Vágbingi í kappróðri og
seinni sama dag, vann hann tvey steyp, ávíkavist á VB-liðnum og á einum
felags Suðuroyarliði. Seinni sama dagin gekk leiðin burt at fiska við
trolaranum Høvdaberg.

VB og fótbólt er Adolf framvegis sera glaður fyri. Hann er til hvønn
heimadyst hjá VB. Tað er líka mikið, um tað er 1. deild ella smábørn sum
spæla, so er Adolf á Eiðinum til fótbóltsdyst. Um vetrarnar er tað
hondbólturin í hevur áhugan. Um VB ikki vinnur sínar dystir, so hevur
dómarin ella okkurt annað skyldina, soleiðis er Adolf.


Adolf hevur altíð verið Vágbingur við stóra V, og hann er sera góður við
heimbygdina hjá sær. Adolf er sera fegin, táið okkurt gott hendur í bygdini
m.a. í vinnulívinum, t.d. um eitt nýtt virki opnar ella eitt nýtt skip kemur
til bygdina, so er Adolf glaður. Hinvegin gongur nakað galið, so er lagið minni gott hjá Adolf.

Kanska kunnu orðini hjá Neptum, lýsa og lætta honum um hjartað á 70 ára
føðingardegnum: ? Søgu ríka mín heimbygd hon eigur, megnarkvinnur og ? menn føddust her, vunnu bygdini æru og heiður, gingu undan í verki manga ferð. Virkisifýsni fólkið merkir, standið saman tí kvinnur eins og menn, havið framtíðarhugsjónir sterkar, einaferð bygdin tá seg mennir enn. ?

Adolf hevur altíð verði fittur og fyrikomandi at tosað við, og hann er sera
fegin, um tað gongur gott hjá sínum børnum, abbabørnum og nærmastu familju. Hinuvegin er hann eisini altíð fyrikommandi og hjálpsamur, um onkur hevur onkran trupulleika at dragast við. Hann er altíð klárur at hjálpa.

Eg vil takka tær fyri nógvar góðar løtur saman við tær og ynskja tær
hjartaliga tillukku við 70 ára degnum 28. juni 2004 og ynskja tað besta fyri
teg og tíni í framtíðini. At enda vil eg ynska tær og Leivi góðan túr á veg
til Pólands og Danmarkar í vikuni.



Bestu ynskir

Systirsonur av flatlondum.