Við hesum hevur nýríka City enn einaferð styrkt sær um álopspartin, sum umframt Adebayor eisini telur Carlos Tevez og Robinho.
Sjálvur sigur Adebayor, at hann er komin til eitt komandi stórfelag.
- Hetta er felagið, sum um eitt ár ella tvey hevur eitt av heimsins bestu fótbóltsliðum. Vit skulu stríðast fyri felagið og liðið, og tú sært longu nú, at áskoðararnir hava álit á okkum, segði Adebayor, eftir at hann í dag hevði verið til læknakanningina, sum ikki gav nakrar óvæntaðar trupulleikar.