Adams fekk sekkin

Enska Premier League felagið, Portsmouth, boðaði í morgun frá, at Tony Adams ikki longur er manager hjá felagnum. Tony Adams varð settur í starvið hjá Portsmouth í oktober mánaði í ár, tá Harry Redknapp valdi at taka av einum tilboð frá Tottenham, men tað hevur ikki hepnast serliga væl hjá honum. Tað var annars líka við og næstan leygardagin, tá Portsmouth fáar minuttir fyri leiklok var á odda móti Liverpool, men málini frá Kuyt og Torres syrgdu fyri, at Portsmouth fyri níggjundu ferð á rað mátti av vøllinum uttan stig. Og tað var altso ov nógv fyri leiðsluna í felagnum.