ACTA verður av ongum

ES-tingið hevur í dag atkvøtt ímóti nógv umstríddu ACTA-avtaluni. Ein stórur meiriluti atkvøddi ímóti avtaluni, sum tískil ikki kann setast í gildi í ES.

Fleiri enn 20 lond í ES, millum annað Danmark, hava longu undirskrivað avtaluna. Men áðrenn avtalan kann setast í gildi í einkultu ES-londunum, skal hon góðkennast í

ES-tinginum. Avtalan hevur verið umrødd í fleiri ES-nevndum, sum allar hava mælt ES-tinginum frá at samtykkja avtaluna, av tí at hon er ov víðgongd og ger seg inn á eitt nú talufrælsið.

ACTA-avtalan (Anti-Counterfeiting Trade Agreement) er ein fleirsíðað handilsavtala, hvørs endamála er at handhevja talgilda ognarrættin og steðga piratkopiering og handli við kopivørum kring allan heimin.

Seinasta hálva árið hava hópurin av mótmælistiltøkum verið ímóti avtaluni. Eitt nú hava omanfyri 2,8 milliónir ES-borgarar skrivað undir eina yvirlýsing, har tey krevja av avtalan ikki verður sett í verk í ES.