AC Milan spælari blivin orkumálaráðharri í Georgia

Tað er ikki bara í Føroyum, at ein fyrrverandi landsliðsspælari í fótbólti hevur eitt høgt starv í landsins stjórn. Fyrrverandi georgiski fótbóltsslandsliðsspælarin, Kakha Kaladze er vorðin orku- og tilfeingismálaráðharri í eysturevropeiska landinum, Georgia.

Millum 2001 og 2012 spældi Kakha Kaladze við AC Milan og Genoa í tí fremstu italsku fótbóltsdeildini. Àðrenn tað spældi Kakha Kaladzwe við ukrainska stórliðnum, Dynamo Kiev. Kakha Kaladze er 35 ára gamal.

Kakha Kaladze var tó ikki við ímóti Føroyum, tá vit taptu 0-6 og 1-3 ímóti Georgia í 2006 og í 2007.