Lutakastið til fjórðingsfinalurnar og hálvfinalurnar í Champions League hevur verið í dag. Barcelona og AC Milan, sum hittust í bólkaspælinum, skulu aftur hittast í fjórðingsfinaluni. Real Madrid skal møta Apoel, meðan Chelsea skal møta Benfica og Marseille tekur móti Bayern Munchen.
Favorittarnir at vinna Champions League í ár eru sponsku oddaliðini, Real Madrid og Barcelona. Í fjør møttust tey í hálvfinaluni, men í ár er møgueliki fyri at tey møtast í finaluni, um tey vinna sær vegin fram.
Champions League lutakastið:
Fjórðingsfinalurnar:
APOEL Real Marid
Marseille Bayern Munchen
Benfica Chelsea
AC Milan Barcelona
Hálvfinalurnar:
APOEL/Real Madrid Marseille/Bayern Munchen
Benfica/Chelsea AC Milan/Barcelona
Fjórðingsfinalurnar verða spældar 27./28. mars og 3./4. apríl, meðan hálvfinalurnar verða spældar 17./18. apríl og 24./25. apríl. Sjálv finalan verður spæld 19. mei á Allianz Arena í Munchen.