AC Horsens fær harðan dóm í nærøkinum

Tað hevur givið ávíst afturljóð, at Bogi Løkin royndarvenur við AC Horsens hesa vikuna. Fótbóltsheimasíður í Danmark hava skrivað um føroysku tjóðarhetjuna, sum javnaði ímóti Eysturríki.

 

Liðið, sum Bogi Løkin royndarvenur við, AC Horsens fær ein harðan dóm frá tí lokala blaðnum, Horsens Folkeblad. Blaðið heldur, at minusstiguni, sum eru í Danmark í hesum døgum eru ein ógvuliga passandi ímynd av tí manglandi kreativitetinum hjá Horsens á leikhálvuni hjá mótstøðuliðunum. Hesir manglar komu serliga til sjóndar í 0-1 tapinum ímóti Esbjerg farna vikuskiftið. Stríðsandin og viljin, sum hevur merkt liðið hini kappingarárini eru ikki at síggja longur.

 

 

AC Horsens, Esbjerg, Vejle og SønderjyskE liggja niðast í SAS-liguni við 11 stigum aftaná 15 dystir. AC Horsens hevur bert vunnið tveir dystir í hesum kappingarárinum.