AC/DC til Danmarkar

15. juli spæla legendarisku australsku rockararnir í Roskilde

 

 

Tað eru bert fáar vikur síðani, at AC/DC sendi nýggja útgávu á marknaðin. Leingi hevur verið bíðað eftir útgávuni, og nærum eins leingi hevur verið bíðað eftir nýggjari konsertferð hjá bólkinum, sum fyri nøkrum árum síðani var kring heimin við teirra Black Ice Tour.

 

Nú er greitt, at talan verður um nýggja konsertferð, og eins og í 2010, so sleppur Danmark eisini upp í part.

 

Roskilde Dyrskueplads verður karur, og 55.000 atgongumerki eru sett til sølu til konsertina, sum verður hildin tann 15. juli í 2015.

 

Tað hevur leingi verið eitt sindur ivasamt, um AC/DC fór á nýggja konsertferð. Malcolm Young, sum er ein av guitarspælarunum í bólkinum, hevur álvarsliga sjúku at dragast við, men fyri hann hevur bólkurin fingið Stevie Young, so tað verður kortini í familjuni, sum tikið verður til.

 

AC/DC er ein av størstu bólkunum í rocksøguni. Ikki minst takkað verið útgávuni Back in Black frá 1980. Hetta var eftir, at fyrrverandi sangarin hjá bólkinum, Bon Scott, var deyður, og talan var soleiðis um fyrstu útgávuna, har Brian Johnson var forsangari. Fleiri vóru ivasom undan útgávuni, men úrslitið varð best seljandi útgávan í rock-søguni og næst mest seljandi útgávan í tónleikasøguni yvirhøvur. Bert Thriller hjá Michael Jackson er seld í fleiri eintøkum.