AC/DC eru mest kendir fyri teirra heavyrock og headbanging og kunnu teir, við eini sølu upp á meiri 200 milliónir fløgur, kalla seg ein tann størsta heavy metal bólkin til dags dato, sambart VH1 og MTV. Men skjótt verður stóri tónleikarabólkurin AC/DC eisini kendur sum leskiligur og vælsmakkandi víndropar.
AC/DC hava nevnliga skapað teirra egna vínmerki, sum kemur á hillarnar ymsa staði í Austalia í morgin. Vínið eitur - AC/DC The wine - við ymiskum undirheitum eftir stórum hittum so sum Highway to Hell cabernet sauvignin, Hells Bells sauvignon blanc og You Shook Me All Night Long muscat.
AC/DC er ikki fyrsti bólkurin ið er farin undir at lancera teirra egna rock'n'roll vín. Kiss, The Rolling Stones, Iron Maiden og Whitesnake hava eisini selt sítt egna vínslag.