Absalon er føddur og uppvaksin á Toftum. Eftir loknan barnaskúla fór hann inn á Glyvrar at ganga í realskúla, og síðani fór hann til Havnar. Lærdi til bankamann í Sjóvinnubankanum og arbeiddi har mong ár.
Gavst síðani og fór at røkta bóndagarðin í Toftahaga í Hósvík. Áseyðatalið liggur um 130. Hann gongur á fjall alt heystið, ikki bara í Hósvík, men eisini aðrastaðni, eitt nú inni í Dølum í Vestmanna og í Hvalvík. Hann hevur fleiri vælvandar seyðahundar og er nógv eftirspurdur, tá ið fjallgongurnar koma.
Tað er serliga innan ítrótt, at vit kenna Absalon. Sum ungur var hann góður fótbóltsspælari og vann tvær ferðir FM-heitið við B68. Absalon er fjøltáttaður ítróttarmaður og hevur til dømis vunnið FM í talvi við Tofta Talvfelag og FM í 100 km. súkkling.
Tíðliga áttatiárini var Absalon á ítróttarháskúla í Århus. Har byrjaði hann at renna. Helt fram, tá ið hann kom aftur til Føroya og var sostatt ein av okkara allarfyrstu rennarum. Rann hálvt maraton á oyggjaleikum á Ile of Man í 1985 og somuleiðis á Guernsey 1987. Tá ið Føroyar vóru vertir í 1989, vann Absalon gull á fulla maratonteininum við tíðini 2t. 35m. Frammanundan hevði hann runnið fleiri maraton í Danmark og í Týsklandi. Skjótasta tíðin, 2t. 27m., er framvegis føroysk met. Hann eigur eisini metið á hálvum maratoni, ið er 1t. 9m. 45s. Tað setti hann í Odense fyri meira enn tjúgu árum síðani.
Absalon hevur gott til at bregða. Pápi hansara, Harry Hansen á Toftum, hevur runnið nógv ár, og hóast 70 ára gamal rann hann fulla teinin á Tórshavn Marathon í fjør og fekk silvurheiðursmerki í bólkinum superveteranar. Í ár rann Harry hálva teinin, 21,1 km.
Longu tá ið Absalon vandi til oyggjaleikir í Føroyum, fór skaði at gera vart við seg, og hesin hevur verið ringur at sloppið av við. Tíbetur hevur Absalon verið við aftur til rennikappingar seinastu árini.
Um Absalon er í stuttum at siga, at hann er heilur, har sum hann er, og tá ið hann samstundis setir sær stór krøv, endar hann ofta á ovastu rók. Hann er góður fotografur, framúr bogaskjútti, og tá ið hundakappingar og seyðasýningar eru, kom nógv steyp til høldar.
Ingibjørg og Absalon búgva í hugnaligum siglingarumhvørvi nærindis Müllers Pakkhúsi. Tey eru gestablíð, og har hevur tú mangan sitið væl. Húsini laðaði kendi grótlaðarin Jákup Andreas Arge (Jampan) í sínari tíð.
Vit í Bragdinum fara at ynskja Absalon hjartaliga tillukku við runda degnum og vóna at síggja hann til nógvar rennikappingar komandi árini.
Óli