Absalon er nú TB spælari

18 ára gamli Absalon Eliasen, sum higartil hevur spælt í Danmark, skrivaði í gjár undir sáttmála við TB

www.tb.fo: Absalon Eliasen og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg

Í síðstu viku var Niels Pauli Eysturberg valdur til nýggjan formann í TB. Sama dag skrivaði hann vegna felagið undir sáttmála við 21 ára gamla íslendingin Árna Rúnar Ørvarson, og í gjár skrivaði TB formaðurin undir við ein spælara aftrat.

Talan er um 18 ára gamla Absalon Eliasen, sum nú býr á Tvøroyri. Hann hevur annars búð í Danmark, har hann hevur spælt við talentliðnum hjá Randers. Absalon var fastur maður á U-15 og seinni á U-19 liðnum í felagnum, og seinni spældi hann eitt styttri skifti við Horsens. Absalon hevur verið knýttur at føroyska U-15 og U-17 landsliðnum, har hann í 2012 og 2013 var verjuspælari í átta EM undankappingardystum.

 

Í TB eru teir fegnir um nýggja spælaran. TB heimasíðan skrivar soleiðis:

Absalon sigur, at tá hann hevði gjørt av at royna seg í Føroyum, so var skjótt áhugi frá føroyskum feløgum. Tað vísti seg tó, at TB kendi til søguna hjá honum, og tað gleddi hann so mikið at hoyra, at hann gjørdi av, at hann vildi royna seg í felagnum. Sjálvandi ynskir hann at spæla fast við besta liðnum hjá TB, men hann tekur einki fyri givið. Hann sigur, at kapping er um plássini, og hann vil í hvussu er gera sítt til, at kappingin herðist um plássini.

Útmeldingina hjá venjaranum, at TB skal verða millum 4 tey ovastu liðini dámar honum væl. Hann kennir seg sera væl komnan av hinum leikarunum hjá TB, og hann sigur seg verða vorðnan part av einum góðum og motiveraðum hópi. At tað er kapping á liðnum, er eisini við til at motivera hann sum leikara. Hann metir TB vera ein góðan sýnisglugga til at vinna sær pláss á landsliðnum aftur, og hann gleðir seg at koma í gongd við landskappingina.

 

 

Absalon hevur nú skift bústað til Tvøroyri, og her fer hann at búleikast og arbeiða fram til kappingarenda, sigur TB heimasíðan.

www.tb.fo: Absalon Eliasen og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg

www.tb.fo: Absalon Eliasen og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg

www.tb.fo: Absalon Eliasen og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg

www.tb.fo: Absalon Eliasen og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg

www.tb.fo: Absalon Eliasen og TB formaðurin Niels Pauli Eysturberg