KÍ er næstovast á støðutalvuni, og næstu vikurnar tykjast fyritreytirnar at vera góðar at skava stig saman. Fýra tær næstu ferðirnar eigur KÍ heimavøll. Triggjar ferðir í landskappingini – NSÍ nú sunnudagin, og so B36 og AB – og so í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini ímóti EB/Streymi.
KÍ málverjin Meinhard Joensen varskaðadarvaður í 2. hálvleiki í Trongisvági mánadagin. Hann verður tó í málinum sunnudagin, og Ivan Joensen verður aftur á miðvøllinum, eftir at hann fyri viku síðani var leikbannaður. Allir hinir KÍ spælararnir eru tøkir.
Hjá NSÍ royndist tað væl 2. hvítusunnudag, tá ið Víkingur fór úr Runavík við 3-0 tapi.
Einasta útivallartapið higartil legði NSÍ í fyrsta umfari rygg til í Sarpugerði, tá ið Víkingur vann 2-1. Eina viku seinni vann KÍ 3-2 í Runavík.
– Tá var liðið hjá okkum ikki samanspælt. Síðani hava vit arbeitt við at menna spælskipanina, og tað gongur rætta vegin. Tapið ímóti KÍ í Runavík var júst tí, at okkara spælarar ikki vóru nóg tilvitaðir um leiklutirnar hjá hvørjum einstøkum manni. Men tað tænir eisini KÍ til rós, at tað aftur og aftur eydnast teimum at svara aftur fram ímóti dystarenda, heldur Abraham Løkin, venjari hjá NSÍ, og hann heldur fram:
– Hagtølini hjá NSÍ í Klaksvík seinnu árini eru einki serlig, men vit hava gott mót. Sjálvandi var tað ein smeitur, at vit mistu royndasta sentrala miðvallaran, tá ið Karl fór avstað, men so er neyðugt at arbeiða við øðrum loysnum. Ímóti Víkingi røkti veteranurin Sjúrður Jacobsen hetta plássið, og eg haldi, at hann stóð seg væl.
Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir.