Aberdeen varð eyðmýkt

Aberdeen, við Rógva Holm í hópinum, tapti í gjár heili 5-1 á heimavølli móti SK Sigma Olomouc í fyrsta umfari av Europe League.

Aberdeen var stórfavorittur undan dystinum, og tí var talan um sanna eyðmýking í gjárskvøldið. Bæði liðini fingu hvør sítt mál undan hvíldini, men í seinna hálvleiki gekk einki hjá heimaliðnum. Rógvi Holm sat á beinkinum allan dystin.