Alt bendir á, at aftan á fleiri atkvøðugreiðslur fær Turkaland nýggjan forseta í dag Turkiski uttanríkisráðharrin, Abdullah Gül, kann ætlandi seinni í dag kalla seg turkiskan forseta.
Forsetavalið hevur elvt til nógv kjak í Turkalandi. Abdullah Gül er fyrrverandi islamistur, og fleiri stúra fyri, at hann fer at geva átrúnaðinum størri ávirkan. Tað hevur millum annað havt við sær, at turkiski herurin hevur verið ímóti, at Abdullah Gül verður forseti.
Onnur vísa á, at sum üttanríkisráðharri hevur hann staðið á odda fyri samráðingunum við ES um limaskap, og at hann hevur tikið undir við øllum nýskipanunum, sum eru komnar í gildi í Turkalandi tey seinnu árini.