Tað skilst á øllum brøgdum, at tað í samgonguskjalinum hjá ABC eru niðurfeldar somu yvirtøkur, sum CHE samgongan ætlaði Hóast samgonguskjalið hjá nýggju ABC samgonguni enn er loyniligt, so skilst á samgongulimum, at tá tað kemur til yvirtøkur, er gamla samgonguskjalið hjá CHE samgonguni meiri ella minni avritað.
- Yvirtøkurnar verða tær somu, sum hjá undanfarnu samgongu, tó minus fíggjareftirlitið. Tað verður útilatið, serliga við atliti til ótryggu støðuna á altjóða fíggjarmarknaðunum, sigur ein álítandi kelda fyri portalinum.
Eitt annað mál, sum eisini stendur niðurfelt í samgonguskjalinum, er spurningurin um niðurskurð í ríkisveitingini. Semja er um, at blokkurin skal skerjast í mun til vøksturin í føroyska búskapinum.
Kaj Leo Johannesen segði við Rás2, at tað kostaði at fáa løgmann. Spurningurin er so, um Sambandið hevur rindað ein part av hesum kostnaði við at góðtaka ein niðurskurð í donsku ríkisveitingini til Føroya.










