Abbabarn hjá Elvis Presley fær útgávusáttmála

Benjamin Presley hevur fingið plátusáttmála við Universal, men tónleikurin verður ikki hin sami, sum tann hjá abbanum. Lisa Marie Presley og fyrrverandi maður hennara, Danny Keough, eiga sonin Benjamin, ið hevur fingið sáttmála við Universal um at geva út eini fimm útgávur. Tað sigst, at 17 ára gamli drongurin fær 5 milliónir dollarar fyi ómakin.

- Mín tónleikur verður als ikki, sum tónleikurin hjá Elvis, sigur Benjamin Presley, ið væntast klárur við útgávu næsta ár.

Elvis Presley doyði 15 ár innan Benjamin sá dagsins ljós, og Elvis hevði í dag verið 74 ár. Lisa Marie var 20 ár, tá hon fekk Benjamin. Seinni giftist hon við Michael Jackson, uppaftur seinni við Nicolas Cage og er í dag gift við Michael Lockwood.

Benjamin Presley er ikki so kendur enn, og tað er tí ikki lætt at finna mynd av honum, men abban kenna tey flestu.