Tey verða kallað besta ABBA síðani ABBA. Tey hava spælt á kendum spælistøðum í London, New York og í øðrum stórbýum kring heimin. Nú kemur tiltikna ABBA The Show til Føroya ABBA fepurin er so høgur sum sjáldan. Ógloymandi sangirnir hjá svenska poppbólkinum standa sterkari enn nakrantíð. Filmurin Mama Mia! setti sølumet. ABBA-fløgurnar eru framvegis at finnast á hitlistunum, og fólk ferðast um høv og landamørk fyri at uppliva ABBA sangleikir.
Og nú er løtan komin, at føroyingar eisini fáa sítt heilt serstaka ABBA upplivilsi á palli.
Í august kemur tiltikna ABBA The Show til Føroya at framføra á Summar Festivalinum. Í ferðalagnum verða tveir tónleikarar, sum spældu við ABBA á sinni, og á palli er talan um eitt rimmar show, sum fer at rúnarbinda áhoyrararnar við teimum mongu hittunum hjá ABBA.
- Besta ABBA síðani ABBA, sigur offisiella fjepparafelagið hjá ABBA um ABBA The Show, og nú tá tað ikki longur ber til at uppliva upprunaligu ABBA á palli, so er hetta tað besta, sum kann bjóðast.