Í dag er 36 ára føðingardagur hjá AB.
Eftir tveir sigrar á rað ? 3-0 á EB/Streymi og 3-1 á NSÍ - koma argjamenn í Gundadal við stórum sjálvsáliti. John Hansen er burturstaddur og Høgni Joensen er skaddur. Alex Mellemgaard, Heðin Stenberg og Jónas Stenberg eru langtíðar skaddir.
Einasta ivamálið í B36 er Ásbjørn V. Gunnarsson, sum hevur verið skaðaplágaður.
B36 stríðist fyri at sleppa burtur frá akuttu hóttanini av niðurflyting. Hóast argjamenn hava havt undanvind seinastu ferðirnar, so hava teir framvegis fokus á at sleppa heilt leysir av niðurflytingarspøkilsinum.