AB vil upp

Mánakvøldið skrivaðu Argja Bóltfelag og Sámal Erik Hentze undir sáttmála, sum inniber, at Sámal Erik komandi árið skal venja mansliðið í felagnum

 

Fótbóltur


Á Argjum hava tey seinnu árini havt eina ætlan um, at besta mansliðið í felagnum skal fara at gera seg galdandi eitt sindur ovarligari í kappingini, enn talan hevur verið um higartil.

Millum annað innibar hetta, at felagið í 1998 setti Oddbjørn Joensen sum venjara, og fyrsta árið eydnaðist alt somikið væl, at felagið vann sær rættin at spæla í triðju deild, men síðani er stígur komin í, og eftir tvey ár hevur AB framvegis ikki spælt seg upp í aðru deild.


Mest sum spælari

Hetta merkir tó ikki, at ætlaninar um uppflyting á nakran hátt eru sleptar. AB skrivaði mánadagin undir sáttmála við Sámal Erik Hentze um at venja felagið, og við hesum vóna tey, at hava tikið eitt stig fram ímóti uppflytanini, sum helst er neyðug, fyri at felagið kann standa seg í longdini.

Sámal Erik, sum er 29 ára gamal, hevur annars gjørt mest vart við seg sum spælari í Føroyum, og nógv roknaðu við, at talan var um ein komandi stórspælara, tá hann longu í 1989 fyri fyrstu ferð umboðaði HB í bestu deildini. Skaðar hava tó gjørt sítt til, at talið av dystum í barndómsfelagnum ikki gjørdist tað heilt stóra, og støðan var ikki stórt øðrvísi, tá hann í tvey ár royndi seg hjá B68.

Í fjør gjørdi hann so fyrstu royndina sum venjari, tá hann tók sær av næstbesta liðnum hjá HB, og leingi vóru úrslitini heilt góð her, men eftir at hava verið á odda eitt skifti, noyddist liðið at taka til takkar við einum sjeynda plássi.


Siga ikki nei

Um nýggju avbjóðing sína sigur Sámal Erik, at hann heilt greitt hevur sum mál at tryggja felagnum uppflytan í bestu deildina. Hetta má eisini metast sum ein avgerandi fortreyt fyri fótbóltin á Argjum, tí vinnur liðið seg eina deild upp, er lítið at ivast í, at fleiri av næstbestu leikarunum hjá teimum báðum stóru havnarfeløgunum fáa hug at koma út á Argjar.

Enn hevur venjarin ikki gjørt av, um tað verður sum leikandi venjari, at hann fer at royna seg komandi árið.

- Tað veldst um, hvat fólk vit hava til uppgávuna. Enn er ikki greitt, hvørjum leikarum eg fari at arbeiða við komandi árið, men vónirnar eru sjálvsagt, at tað verða so nógvir sum gjørligt, og vit siga í øllum førum ikki nei-takk, um tað er onkur leikari úr øðrum feløgum, sum hevur hug at royna seg.