AB, sum er í stórformi, tekur í móti botnproppinum í Vágoynni, 07 Vestur. Talan er um seinasta dystin í 18. leikumfari í Effodeildini í fótbólti.
90: Liðugt! AB hevur vunnið 2-0 á 07 Vestur. AB hevur nú 21 stig og hevur yvirhálað KÍ og liggja nummar sjey í deildini.
90: Vanliga leiktíðin er farin. 07 Vestur roynir tað, teir eru mentir, men tað er ikki nóg mikið til at fáa AB aftur.
85: 07 Vestur hevur fram sínar fyrstu útskiftingar. Torstein Mýlingstind og Jákup Olsen eru farnir út, og inn eru komnir Hørdur Johansen og Brandur Heinason.
82: AB er framvegis á odda 2-0. Málið kom eftir hornaspark frá Jónas Stenberg. Hetta kom eftir, at 07 Vestur annars hevði sitið á dystinum eina løtu.
75: MÁL! 2-0 til AB. Rói Danielsen hevur økt fyri AB. Vælvaksni miðverjin stóð púra leysur eftir hornaspark, stútaði bóltin niður í svørin, sum síðani sprakk upp undir nettakið. Hetta kann vera ógvuliga avgerandi!
70: 07 Vestur roynir at trýsta tað, teir eru mentir, í umstillingunum, men enn hevur tað ikki eydnast teimum at skora.
67: 07 Vestur, sum hevur víst ógvuliga góðar taktir í seinna hálvleiki, hevði sent bóltin við kós beint móti málinum, men tíverri fyri teir raktu teir ein av sínum egnu á vegnum, sum soleiðis vardi fyri skotroyndini.
66: Hørdur Mohr loysir málskjúttan Bjartur Kjærbo hjá AB.
56: Dmitrije Jankovic er komin á vøllin fyri fyrstu ferð hjá AB. Hann er komin inn fyri Mikkjal Hentze og loysir hann av á miðvøllinum.
50: 07 Vestur er komið ógvuliga væl frá byrjan her í seinna hálvleiki, tó uttan at veruligur vandi hevur verið á ferð.
46: So er seinni hálvleikur farin í gongd.
---
45: Hálvleikur! Tað er uppiborið, at AB er á odda, men 07 Vestur eru kortini ikki eiðasørir. Størsta møguleikan átti Camara, tá langskot hansara brast á tvørtræið handan Símun Rógva Hansen.
45: Tveir minuttir eru lagdir aftrat vanligu leiktíðini í fyrra hálvleiki.
41: Karsten Højgaard verður skiftur inn fyri Sorin Anghel, sum ikki er nøgdur við at verða tikin av vøllinum.
41: So eru bæði Sorin Anghel og Tór-Ingar Akselsen á vøllinum aftur, báðir við forbinding um høvdið. Steðgurin hjá Sorin á vøllinum var tó stuttur, tí blóð er á troyggjuni.
38: Eli Falkvard Nielsen hevur sæð gult fyri at sparka bóltin burtur, eftir at Rúni Gaardbo, dómari, hevði floytað.
37: 20 metrar frá málinum smekkar Ibrahima Camara til og skotið brestur á tvørtræið.
35: Sorin Anghel og Tór-Ingar Akselsen hava stoytt høvdið saman í samband við ein tvídyst í luftini eftir hornaspark. Sorin bløðir illa í høvdinum, men ynskir bara at seyma saman aftur, soleiðis at hann kann spæla víðari.
31: Jovan Panic hjá 07 Vestur stríðir seg leysan í høgru og leggur væl innfyri, men málverjin Símun Rógvi Hansen hevur tamarhald á støðuni.
23: Rógvi Poulsen hjá AB legði innfyri, har Sorin Anghel fekk høvdið á, men bólturin brast á stongina og beint í føvningin hjá Andras Gango.
18: AB er framvegis á odda og er liðið, sum eisini er omaná reint leikliga.
3: MÁL! Bjartur Kjærbo hevur lagt AB á odda, eftir innlegg frá AB. Rógvi Poulsen sendi Sorin í vinstru, sum legði bóltin innfyri, har Bjartur Kjærbo tveitti seg niður og fekk stýrt bóltin í netið.
1: Rúni Gaardbo hevur bríkslað dystin í gongd.
AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Steenberg, Rói Danielsen, Morten Overgaard, Beinir Ellefsen – Rógvi Poulsen, Sorin Anghel, Kári Nielsen, Ahmed Keita, Mikkjal Hentze – Bjarti Kjærbo (Karsten Højgaard)
07 Vestur: Andras Gango – Petur Dalbø, Gunleif Olsen, Emil Mikkelsen, Torstein Mýlingstind – Eli Falkvard Nielsen, Jovan Panic, Tór-Ingar Akselsen – Jákup S. Olsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus
Undan dystinum:
Dion Splidt er leikbannaður fyri heimaliðið AB, sum annars er fullmannað. Millum annað er Sorin Anghel við aftur. Hjá 07 Vestur stendur Tehe Aristide uttan fyri við skaða. Tað kemur dátt við hjá teimum.
Annars eru góð fótbóltslíkindi inni í Vika á Argjum, har tað er turt og stilt.
Støðan undan dystinum:
1 HB 43
2 ÍF 33
3 EB/Streymur 25
4 B36 24
5 NSÍ 23
6 Víkingur 22
7 KÍ 19
8 AB 18
9 TB 16
10 07 Vestur 11










