AB til hús við trimum stigum

Unga AB liðið hevur síðstu vikurnar verið á beinari kós, og aftur í dag eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku.

AB vitjaði hjá HB í Gundadali, og úrslitið var 3-1 til AB, sum í 1. hálvleiki var frammanfyri 2-0. Tað vóru heilt nógvir málmøguleikar, og tikið verður til í Gundadali, at úrslitið kundi væl havt verið 10-10!

Kenneth Jacobsen legði AB framum við rimmar skoti úr 20 metrum í 9. minutti, og tveir minuttir seinni misnýtti Thomas Hans Rubeksen hjá HB brotsspark. Dion Splidt hjá AB var tryggari, tá ið hann í 28. minutti fekk møguleikan úr ellivu metrum og legði AB framum 2-0.

Í 71. minutti minkaði Emil Nolsøe Leifsson við fínum lobbara um munin til 2-1, og tá ið heimaliðið royndi at leggja trýst á fyri at javna, vóru fleiri møguleikar í báðum endum. Kenneth Jacobsen staðfesti 3-1 AB sigurin, tá ið hann við skoti úr brotsteiginum og umvegis stólpan setti bóltin í HB málið.