AB størri tyngd í álopið

Hendrik Rubeksen verður næsta ár millum teirra, sum fara at stríðast fyri, at AB skal standa seg í Formula deildini

Fótbóltur

Ferð er komin á fyrireikingarnar hjá AB, sum fyri fyrstu ferð skal royna seg í bestu deildini. Fyrr í vikuni varð boðað frá, at Oddbjørn Joensen er nýggjur venjari, og at Súni Fríði Barbá verður leikandi hjálparvenjari.
Súni Fríði Barbá verður roknaður sum fongur fyri AB álopið. Hóast B68 endaði næstaftast í júst farna kappingarári, so var Súni Fríði næstbesti málskjúttin av øllum í Formula deildini.
Og nú hevur AB styrkt uppaftur meiri um álopspartin. Heimasíðan hjá felagnum veit at siga, at Hendrik L. Rubeksen næsta ár fer at spæla við AB.
23 ára gamli álopsspælarin hevur nógvu tey seinastu árini spælt við HB, har hann í fleiri ár var í nánd av og viðhvørt á besta liðnum. Eftir drúgvan skaðasteðg varð Hendrik í summar útleigaður til B68. Har varð leikluturin hjá Hendriki ikki tann, sum toftamenn og havnarmaðurin høvdu roknað við og vónað. Í fyrsta dystinum, sum var móti HB, varð Hendrik so mikið illa skaddur, at hann ikki varð førur fyri at spæla aftur í ár.
Nú hevur álopsspælarin skrivað undir sáttmála við AB. Sáttmálin er galdandi fyri 2007.