AB skapti sensatiónina

B36 kann helst iðra seg um undirmetingina av mótstøðuni, men tað skal einki takast frá AB, sum við rætta stríðsandanum sendi steypavinnararnar út í kuldan

Fótbóltur

Fyrsta sensatiónin í steypakappingini varð veruleiki leygardagin, tá B36 legði graslíki til AB, sum var komið á grannavitjan.
Hóast Formula-status, so eru tey fægstu í iva um, at fótbólturin í høvuðsstaðnum fyrst og fremst snýr seg um HB og B36. Ella soleiðis var tað í øllum førum undan leygardegnum.

Trý korter eftir ætlan
Tí AB megnaði nevnliga at taka alt og øll á bóli, tá teir sendu steypavinnararnar inn aftur í syðra húsi við dyggum 3-1 tapi.
Talan var ivaleyst um klassiskt dømi, har favoritturin heldur seg hava vunnið, áðrenn dysturin er blástur ígongd, og í so máta var talan um dýrt keyptan lærupening.
Fyrra umfarið var annars ikki tað stóra, sum bendi á, at talan skuldi verða um nakra sensatión. B36 hevði lotið undan, og hóast hetta argaði nakað, tá spælt varð djúpt, so var yvirvágin sera greið. Eisini hóast Rógvi Poulsen við eini framúr hælfintu skapti AB ein stóran møguleika at leggja seg á odda.
Men annars tók B36 alt meira yvir. Nakrir møguleikar vórðu skaptir, og teir løgdu seg eisini á odda, tá Ovi Nysted átti seinasta fótin í trunkaspæli eftir horna.

Klassiskt dømi
Og so tóktist kósin vera sett. Og tað mundu teir í B36 í øllum førum halda sjálvir.
Hóast lotið var ímóti eftir steðgin, so tóktust teir hava tamarhald á støðuni. Men teir megnaðu tó ikki at avgera, og tað var sum at rætta ein ávísan harra lítlafingur.
Ella kanska skuldu vit sagt hondina, tí B36 rættu sjálvir AB eina hjálpandi hond, tá hendan varð brúkt til at steðga bóltinum í brotsteiginum. Talan var kanska um ósketni, tá hetta hendi, men dómarin stóð væl fyri, og so kundi Hendrik Rubeksen ósvikaliga trygt senda bóltin í síðunetið.
Og so tendraði AB av álvara. Bara fýra minuttir seinni lá bólturin aftur í B36-málinum. Hesa ferð hevði AB fríspark í vinstru, og tá hetta varð sent innfyri, kundi Fróði Clementsen við høvdinum stýra bóltinum í málið.
At talan var um klassiskt tømi um undirmeting, prógvaði næsta løtan helst. B36 megnaði alt fyri eitt at trýsta seg fram til tveir heilt góðar møguleikar, men so steðgaði púrasta upp. Partvíst, tí spælararnir nú mundu halda, at »tað gongur nokk kortini«, og partvíst tí AB nú sansaði, at sensatiónin var heilt nær.

Perlumál avgjørdi
Argjamenn løgdu seg nú longur aftur, so øll hol í verjuni kundu tippast. Og tá B36 ikki megnaði at brlyta bóltin nóg skjótt runt, megnaðu gestirnir uttan teir heilt stóru trupulleikarnar at verja borg.
Og so kundi málrevurin, Súni Fríði Barbá, eisini punktera heimavónina, tá hann tamdi frísparksinnlegg, áðrenn hann hamraði bóltin í meskarnar til 1-3.
Og so mundi fagnaðurin ongan enda tikið í vestara skýlinum. Frustratiónirnar hjá teimum hvítu øktust, og hóast onkur mundi ilskast á dómaran, so skuldu teir helst vera fegnir um, at tað hóast alt eydnaðist at enda við 11 monnum á vøllinum.
Og so kundu áskoðararnir tysja inn á vøllin, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Hóast dysturin var móti yvirvaldinum, so stríddi, tacklaði og spældi AB seg til sigurs. Ein sigur, sum í fyrstu atløgu sendir teir víðari í steypakappingini, men sum sálarliga man hava nógv størri týdning enn so.
AB prógvaði nevnliga, at teir ikki verða so lættir at syfta, sum fleiri halda, og tann boðskapurin man meira enn nakað rætta ryggin á øllum argjamonnum, sum spáka sær yvir um brúnna komandi vikuna.

B36-AB 1-3 (1-0)
1-0: Ovi Nysted
1-1: Hendrik Rubeksen, (br.)
1-2: Fróði Clementsen
1-3: Súni Fríði Barbá