Fyri triðju ferð í ár bresta AB og EB/Streymur seinnapartin saman. Ólavsøkuuppgerðin á Argjum endaði 2-2, meðan EB/Streymur í 8. umfari vann 5-0 stórsigur við Margáir.
Dagsskráin hjá AB er broytt. Nú snýr tað seg ikki um niðurflyting. Heldur snýr tað seg um at lyfta seg upp um 8. plássið. Í fyrstu atløgu eru tað ÍF og KÍ, sum skulu takast.
Mikukvøldið vórðu argjamenn mintir á, at tað er langt fram til tey bestu. Tá vitjaði B36 í Vika, har heimaliðið varð spælt sundur og saman.
Dagsskráin hjá EB/Streymi er at halda tørn um fjórða plássið og at taka bronsuplássið, sum bara er verri málmun enn Víkingur burtur. Mikukvøldið vann EB/Streymur sannførandi 3-0 sigu á B68 á Svangaskarði.
Hjá AB eru miðvallararnir Jobin Drangastein og Kári Nielsen leikbannaðir. Teir sóu mikukvøldið báðir gult fyri fimtu ferð í ár.