At AB megnaði fulla úrtøku í Vági síðsta sunnudag ber við sær, at vónin um at sleppa undan niðurflytingini anir á Argjum. Men AB hevur knívin á barkanum, og um tað ikki eydnast á heimavølli at vinna ímóti GÍ seinnapartin, so verður nyttan ikki tann sama burtur úr sigrinum í Vági.
Málríkasti dysturin higartil í ár var tað, tá ið AB í 2. umfari hevði vitjan av GÍ, og úrslitið varð 4-4.
Hjá GÍ hevur tað gingið syndarliga illa nógvu tær seinastu ferðirnar. Lagið er eisini merkt av, at teir í Gøtu hava kent seg ikki at hava havt marginalirnar við í avgerandi løtum. Eftir tap fýra tær seinastu ferðirnar og 1-4 sekkir bæði ímóti HB og EB/Streymi er støðan vorðin so mikið hættislig, at tað helst skal stig á kontina á Argjum, um talan ikki skal gerast um í endaspurtinum at renna undan niðurflytingini.
Hjá GÍ er liðformaðurin Sámal Joensen knæskaddur. Miðverjin Atli Gregersen er leikbannaður, og tað er ivasamt, um Hans Pauli Petersen og Hans Jørgen Djurhuus verða føriur fyri at spæla.
Á Argjum er verjuspælarin Morten Overgaard meniskskaddur. Evrard Ble er tøkur aftur eftir leikbann og Rógvi Poulsen er tøkur aftur eftir at hava verið skaddur. Tað er ivasamt, um verjuspælararnir Fróði Clementsen og Jónas Þór Næs orsaka av skaðum vera førir fyri at spæla.